Perla og hennara uppruni

Perla og hennara uppruni

Visti tú, at perlur eru gimsteinar, eins og diamantar, gull, silvur, og aðrar steinar, sum verða nýttir til at framleiða smúkkur og prýði? Kortini er perla tann eini gimsteinur, sum hevur sín uppruna í livandi kríatúri.  

Náttúrlig perla

Smúkkur úr perlum hava verið í brúk í øllum sivilisatiónum, so sum Egyptiska, Kinesiska, og Rómverka. Í hesum sivilisatiónum ímyndaði perla aðalstættina. Tað vil siga, at við at nýta perlu kunngjørdi ein fyri øðrum, uttan at brúka orð, hvussu væl fyri fíggjarliga ein er. Tí, at perla var sjáldsom, og tískil dýr.  Tað er sagt, at Julius Cesar, í fyrstu øld áðrenn okkara tíðarrokning, setti eina lóg í gildi, sum avmarkaði brúk av perlum til tey, sum høvdu vald í landinum (Taburiaux, 1985).

Hetta slagið av perlu er tað náttúrliga, ella við øðrum orðum perla, sum er framleidd, uttan uppílegging av einum menniskja.

Feskvatnsperlu armband

Perlur eru avleiringar við kálki í, sum kunnu finnast innan í serligum sløgum av skeljadýrum, sum í samband við fremmanda likamið, stoyta veskuevni frá sær, til at dekka yvir fremmanda likamið, og tískil verja seg. Henda veskan verður kallað Mother of Pearl og er upprunin til eina perlu. Ein perla tekur ímillum 4 mánaðir og upp til 4 ár at taka skap, og kemur í ymsum støddum. Ein hálsketa úr náttúrligum perlum kann fáast fyri yvir $4 milliónir.

Perluhálsketa, sum hoyrdi hertogafrúnni í Windsor til, og sum var seld á uppboðssølu fyri $4.8 milliónir, í desember 2007

 

 

Back to blog

Leave a comment